Tosið um:
• hvat liggur í orðinum “røtur”?
• hvat gagn hava vit av at kenna okkara “røtur”?
• kennir tú tínar “røtur”?
!
Hvítar blómur í gulu ánni
Hetta brotið er um eina ættleidda gentu úr Kina. Tó er trongdin til at
kenna sínar røtur og harvið kanska betur skilja seg sjálvan, galdandi
fyri øll.
“Jamen hví,” spurdi pápin. “Hví vilt tú leita eftir henni?”
“Eg vil bara vita, hvør eg eri.”
Tú ert Lea, dóttir okkara.”
“Men eg eri eisini barnið hjá eini aðrari konu, einari fremmandari, sum
eg ikki so frægt sum veit hvussu eitur, veit ikki, um hon yvirhøvur er
á lívi. Eg eri vaksin í hennara búki. Og so gav hon meg burtur soleiðis.
Hon má hava følt okkurt. Hataði hon meg? Og um ja, so vil eg vita, hvat
eg havi gjørt henni.”
“Hví skuldi hon hata teg? Tú vart bara nakrar dagar gomul. Altso, hví
vilt tú róta í hesum aftur? Hevur tú tað ikki gott her hjá okkum?”
“Jú, men tað snýr seg ikki um tað.”
“Hvat snýr tað seg so um? Tað er so langt síðan. Tað hevur ongan týd
ning fyri lív títt longur.”
“Hvussu veitst tú tað? Eg eri fødd tvær ferðir. Mín rætta føðingardag
kenni eg ikki. Í passinum hjá mær stendur dagurin, tá tit fingu meg.
Men tað er bara mín næsti føðingardagur. Eg vil vita, hvat hendi millum
tann fyrsta og tann næsta føðingardagin.”
“Hon hevur grein í sínummáli,” blandaði omman seg uppí. “Eitt menniskja
má vita, hvaðan tað kemur. Annars vantar ein partur av tí, og tað fær
ikki frið á sær.”
Brot úr bókini: “Hvítar blómur í gulu ánni.” Carolin Philipps.
Tina K. Jacobsen hevur týtt bókina til føroyskt.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2007.
ættleidda · grein í sinum máli
?
70