60
FAKTA
Eftir at Jesus var farin til himmals,
vórðu lærusveinar hansara kallaðir
ápostlar. Tað merkir, teir, ið eru
sendir út.
Jesu himmalsferð
Seinni sýndi Jesus seg fyri kvinnunum og síðani fleiri ferðir fyri
lærusveinum sínum teir fjøruti dagarnar, áðrenn hann síðstu ferð talaði
við teir á Oljufjallinum. Hann bað teir verða verandi í Jerúsalem, til
heilagi andin, ið hann so mangan hevði talað um, var komin oman yvir
teir. Teir skuldu verða vitni hansara, bæði í Jerúsalem og í allari Júdea
og Sámária og líka til ytstu endamark á jørðini. Tá ið hann hevði sagt
hetta, rætti hann upp hendur sínar og vælsignaði teir og varð tikin upp
til Himmals.
Heilagi andin kemur yvir ápostlarnar
Hvítusunnudag, tíggju dagar eftir at Jesus var farin til himmals, vóru
allir ápostlarnir komnir saman í einum húsum í Jerúsalem. Við eitt
hoyrdist eitt øgiligt dun, sum frá illveðri. Tungur av eldi settust á hvønn
teirra, og teir fyltust av heilagum anda. Nógv fólk var uttanfyri, so teir
fóru út og søgdu teimum frá tí, ið hent var, og greiddu teimum frá, at
ytstu
?
FAKTA
Krossurin er kristin ímynd. Jesus
doyði á krossinum, men reis
upp frá deyðum. Við hesum varð
staðfest, at lívið heldur ikki uppat
við deyða. Eitt nýtt lív er eftir
deyðan.