Kristni 7 - Næmingabók - page 52

52
“…”
Kristindómur
Í Gamla Testamenti lesa vit ofta um frelsaran, Messias, ið koma skuldi.
Serliga í ringum tíðum gleddist fólkið at hoyra profetarnar boða Guds
lyfti um, at Messias skuldi verða frelsari og høvdingi teirra. Mong
hugsaðu sær hendan frelsaran sum ein mætan kong, hvørs ríki skuldi
røkka um allan heim. Gud hevði so mangan talað til teirra og sýnt
teimum góðsku á ymsan hátt, men nú vildi hann sjálvur koma til teirra
og vísa teimum sín stóra kærleika við at geva teimum egna son sín.
Í Nýggja Testamenti hoyra vit, at Gud sendi son sín Jesus ella Kristus í
heimin, og at við honum kom ein nýggj trúgv, kristindómurin.
Tað fólkið, sum gongur í myrkri,
skal síggja stórt ljós, og ljós
skal lýsa yvir teimum, sum sita í
deyða­skuggans landi.
Jes 9,2
Tí at barn er okkum føtt, sonur
okkum givin, og á herðum hans
skal høvdingadømið hvíla; navn
hans skal verða kallað undur, ráð-
gevi, veldugur Guð, ævinnar faðir,
friðarhøvdingi.
Jes 9,6
Men av Ísai runni skal kvistur
spretta fram og angi av rótum
hans bera frukt. Og andi Harrans
skal hvíla yvir honum, andi
vísdóms og vits, andi ráðs
og kraftar, andi kunnskapar
og ótti Harrans.
Jes 11,1-2
Hann varð særdur vára synda
vegna og sundurbrotin vára mis-
gerða vegna; okkum til friðar
kom revsing­in niður á hann, og
av sárum hans fingu vit heilsubót.
Jes 53,5
Men tú Betlehem Efrata, eina
minst av Júda túsundum, frá tær
skal tó koma hann, sum høvdingi
skal vera yvir Ísrael; frá forðum
er upphav hans, frá ævinleikans
døgum.
Mika 5,1
I...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...134
Powered by FlippingBook