Kristni 7 - Næmingabók - page 54

54
Flýggjanin til Egyptalands
Heródes hevði frætt tíðindini um hetta dreingjabarnið, ið fólk væntaðu
fór at gerast kongur. Hann gjørdist bangin fyri at missa valdið, og av tí
at hann ikki visti, hvar hann kundi finna hendan drongin, gjørdi hann
av at drepa øll dreingjabørn í Betlehem.
Ein eingil ávaraði Jósef um ætlanir Heródesar. Jósef skilti, at best var at
sleppa sær langt burtur við Mariu og nýfødda barninum. Tey flýddu til
Egyptalands og búðu har, til tey fingu boð um, at Heródes var deyður.
Heimafturkomin búsettust tey í Nasaret í Galilea. Har vaks Jesus upp
saman við systkjum sínum.
Jesus var jødi. Í sýnagoguni í Nasaret var lisið upp úr toraini, og hann
hoyrdi eisini úr øðrum skriftum í Gamla Testamenti og lærdi allar teir
siðir, ið galdandi vóru fyri jødiska fólkið.
Jesus 12 ára gamal
Vit hoyra annars ikki nógv um Jesu barna- og ungdómstíð. Men sum 12
ára gamal fór hann, sum siður var, við foreldrunum niðan til Jerúsalem
til páskahaldið har. Á ferðini heim aftur varnaðust foreldrini, at Jesus
ikki var við í fylginum. Tey vendu beinanvegin aftur til Jerúsalems
og funnu hann í templinum, har hann saman við vísum og lærdum
monnum sat og viðgjørdi átrúnaðarligar spurningar, og øll vóru sera
bilsin, tí hann var ógvuliga skilagóður.
ávaraði
?
Visti tú
at Jesus átti 4 brøður Jákup,
Jósef, Símun og Judas. Óvist er,
hvussu nógvar systrar, hann átti,
men tær vóru í øllum førum tvær.
Úr Mark 6,3
I...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...134
Powered by FlippingBook