myndatalu
?
46
Sálmar
Ein sálmur líkist eini yrking. Ein góður sálmur skal verða væl yrktur
og vera góður at syngja. Harafturat eru rýtma og rím týdningarmikil.
Meðan yrkingar oftast eru yrktar uttan lag, so má ein sálmur hava
eitt lag. Yrkingar hava ofta eitt heiti ella yvirskrift, men so er ikki við
sálmum. Teir fáa heitið eftir fyrstu reglu í fyrsta ørindi.
Innihaldið í einum sálmi er antin úr Bíbliuni ella eitt evni, sum lýsir
okkara andaliga, kristna lív. Sálmasangur skapar oftast eitt serligt hug-
lag, og tað skapar myndir innan í høvdinum at kalla. Júst, sum tá vit lesa
ein góðan tekst ella hoyra eina góða prædiku. Mong sálmaskald brúka
eisini myndatalu.
Tensing kórið
Eivør Pálsdóttir