Kristni 7 - Næmingabók - page 36

kantorur í sýnagoguni. Tað er ein sanglærdur maður, ið leiðir felags­
sangin undir gudstænastuni og eisini syngur partar av Toraini.
Fast á skránni til gudstænasturnar er lestur úr Toraini, eitt ávíst stykki
úr Móselógini.
Umframt at lisið verður úr Toraini, verða eisini partar av profeta­
bókunum lisnir. Aðrar skriftir verða lisnar við serlig høvi. Og Dávids
sálmar verða sungnir við hvørja gudstænastu.
Í summum sýnagogum sita menn og kvinnur hvør sær. Ofta sita kvinn­
ur­nar og smæstu børnini uppi á svalum ella fyri seg aftast í salinum.
Sabbat
Sabbatin er jødiskur hvíludagur, sum byrjar við sólsetur fríggjadag og
endar við sólsetur leygardag. Allir hátíðardagar hjá jødum eru frá sól-
setri til sólseturs. Víst verður til 1. Mós 1,5, har tað stendur:
og Guð
kallaði ljósið dag, og myrkri nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun
– fyrsti dagur.
Fríggjadag verður sabbatin fyrireikað. Tað verður ruddað
og vaskað, og sabbatsmáltíð verður gjørd. Tey lata seg í vøkur klæðir og
leggja gerandisdagin við stríði og strevi afturum. Ofta bjóða tey gestum
til vakurt dekkað borð, til sang, bøn og lestur.
Í heimunum byrjar sabbatin við, at mamman tendrar í minsta lagi tvey
ljós og biður eina bøn, ið heilsar sabbatini vælkomnari. Ljósini ímynda
gleði og heilagleika. Summi húski tendra harafturat eitt ljós fyri hvørt
barn, tey eiga.
FAKTA
FAKTA
Í øllum sýnagogum er ein
ljósastaki, menora. Har eru átta
ljós, men ofta er pláss til eitt
níggjunda ljós, ið skal nýtast at
tendra hini við. Tey átta ljósini
skulu ímynda tær átta næturnar
í templinum. Eitt ljós verður
tendrað fyrsta dagin, tvey tann
næsta o.s.fr. Serstøk bøn verður
biðin og vælsignilsi lisið við hvørt
ljós, ið tendrað verður.
Sabbat merkir hvíld.
svalum · sólsetur
?
Visti tú
at í mongum jødiskum heimum
koyra tey pening í eina bússu í
sambandi við sabbatina og aðrar
høgtíðsdagar. Hesin peningur fer
til vælgerandi endamál.
36
I...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...134
Powered by FlippingBook