27
Kap. 3 - Bíblian og álmanakkin hjá tí unga hermanninum
Visti tú
at fyrr í tíðini var í mongum
bygdum ikki spælt kort í føstu.
Kongurin minnir meg á, at tað
er ein kongur í Himni, Gud tann
alvaldandi.
Eg kann eisini nýta kortspælið sum álmanakka. Tá ið eg telji saman øll tølini
ella eyguni á kortinum, fái eg talið 365, ið er dagatalið í árinum.
Í kortspælinum eru 52 kort til samans, tað sama sum tað eru vikur í árinum.
Tað eru fýra sløg av kortum, tað sama talið, sum tað eru vikur í hvørjum
mánaði. Og tað eru 12 myndakort eins og talið av mánaðum í árinum. Tað
eru 13 kort av hvørjum slagi, tað sama sum tað eru vikur í hvørjum árs-
fjórðingi.
So síggja tit, høgu harrar, kortini hava tænt mær sum Bíblia, álmanakki og
bønabók
, endaði tann ungi hermaðurin verju sína
Dómarin sendi boð eftir mati og drekka til unga mannin, og eisini gav
hann honum nakað av peningi. Hann bað hann halda fram við tí góða
virksemi, hann fekst við. Klókari mann hevði hann ikki hitt.
Í sanginum “Deck of Cards” er
raðfylgjan kongur, drotning,
drongur, og ikki sum vit kenna tað
drongur, drotning, kongur.
álmanakki
?
FAKTA
Ikki fyrr enn í 1860-unum kemur
jokarin við í eitt kortspæl, euchre,
ið líktist spælinum bridge. Jokarin
kundi “trumfa” øll onnur kort.