25
Kap. 3 - Bíblian og álmanakkin hjá tí unga hermanninum
Sjeyuni minna meg á, at sjeynda
dagin hvíldi Gud frá arbeiði sínum.
Fýruni fáa meg at hugsa um teir
fýra evangelistarnar, Matteus,
Markus, Lukas og Jóhannes.
T
á ið eg síggi fimmuni, minnir
tað meg á tær fimm moyggjar
nar, ið høvdu olju á lampuni, tá
ið brúðgómurin kom. Tær vóru
tíggju til samans, men fimm
teirra høvdu ikki nóg mikið av
olju. Tær vóru ikki til reiðar at
møta brúðgóminum og vóru tí
útistongdar.
Seksuni minna meg á, at í seks
dagar skapaði Gud himmal og jørð
og alt tað, ið til er.
Tá ið eg síggi tríuni hugsi eg um
faðirin, sonin og heilaga andan.