Kristni 7 - Næmingabók - page 21

Kap. 2 - Kristnu skriftirnar
sýnagogunum · sett á stovn · lívsjáttandi
?
Ápostlasøgan
Eftir evangeliini kemur Ápostlasøgan. Hildið verður, at Lukas hevur
skrivað Ápostlasøguna, møguliga saman við øðrum. Henda bók er um
ápostlarnar, Jesu lærusveinar, og tað teir tókust við eftir deyða hansara.
Eftir at Jesus var deyður og risin upp, komu teir saman í Jerúsalem fyri
at leggja eina ætlan um, hvussu teir best kundu liva eftir Jesu læru. Teir
stovnaðu ta fyrstu kristnu samkomuna og byrjaðu at prædika. Mong
vóru tey, ið trúðu tí, ið sagt varð um Jesus, Guds son. Og sum tekin um,
at tey nú vóru kristin, lótu tey seg doypa.
Brøv Paulusar
Hildið verður, at Paulus hevur skrivað flestu bøkurnar í Nýggja Testa-
menti. Hesar bøkur verða nevndar brøv. Paulus ferðaðist nógv til lond
kring Miðjarðarhavið. Har bar hann boðskapin fram í sýnagogunum,
um at Jesus var tann Messias, ið jødar høvdu bíðað eftir. Mong teirra, ið
lýddu á, tóku við trúgv. Paulus hjálpti teimum í arbeiðinum at stovna
kristnar samkomur.
Tá Paulus hevði sett á stovn eina nýggja kristna samkomu, helt hann fram
ferð sína til aðrar býir. Hann helt tó samband við samkomurnar við at
senda teimum brøv. Hesi brøv fingu nøvn eftir, hvørjum tey ​vóru ætlað.
Soleiðis eitur brævið til samkomuna í Róm “Bræv Paulus­ar ápostuls
til Rómverja”, ofta stytt til Rómverjabrævið, og brøv
til samkomuna í Korint “Fyrra bræv Paulusar
ápostuls til Korintmanna” og “Seinna bræv
Paulusar til Korintmanna”, ofta stytt til “Fyrra
Korintbræv” og “Seinna Korintbræv”.
Onnur brøv
Umframt brøv Paulusar eru í Nýggja Testamenti brøv, ið Jákup, Pætur,
Jóhannes og Judas hava skrivað.
Jóhannesar opinbering
Henda síðsta bókin í Bíbliuni viðger ta truplu tíðina, tey fyrstu kristnu
livdu undir. Samstundis er hon lívsjáttandi, tí hon vísir á eina ljósa
framtíð, har tað góða umsíðir vinnur á øllum tí ónda, og myndin av
einum nýggjum himmali og einari nýggjari jørð dagar fram.
21
I...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...134
Powered by FlippingBook