Kristni 7 - Næmingabók - page 11

Bøkur
Longu í fyrstu øld var byrjað at framleiða bøkur. Fyrimunurin við
bókun­um var tann, at til bar at savna størri partar av skriftunum
saman á einum staði. Ein týðandi leiklut í arbeiðinum at savna skriftir-
nar høvdu teir skriftlærdu. Tað vóru ikki øll, ið dugdu at lesa og skriva,
men tað dugdu teir skriftlærdu. Teirra starv var høgt í metum. Umframt
at skriva frágreiðingar og brøv av ymsum slagi, so skrivaðu teir eisini
av ella “kopieraðu” ymiskt, ið fyrr var skrivað. Hetta varð eisini gjølla
eftirkannað, so skeivleikar ikki komu í.
Kanónisku og apokrýfisku bøkurnar
Tá ið kristna Bíblian varð savnað og avgjørt varð, hvørjar bøkur skuldu
við, vóru tað nakrar, ið ikki komu við í tær Bíbliur, vit kenna.
Kanóniskar bøkur eru tær, sum av øllum kristnum kirkjum og sam­
komum eru viðurkendar sum rættar heilagar bøkur, og sum eru rætta
grundarlagið undir kristnari læru og trúgv. Apokrýfiskar bøkur eru tær,
sum ikki eru mettar so heilagar og tí heldur ikki eru við í øllum bíbliu­
útgávum. Jødar og protestantar hava ikki tær apokrýfisku bøkurnar við
í sínari Bíbliu, men katolikkar hava tær við í sínari Bíbliu.
Bíblian á føroyskum
Í 1550 kom fyrsta fullfíggjaða Bíblian
út á donskum, og hon varð eisini
brúkt í Føroyum og í Noregi. Í 1949
kom Bíblian fyrstu ferð á føroyskum,
og tað var Victor Danielsen, sum
týddi hana. Í 1961 kom Bíblian út í
týðing eftir Jákup Dahl og Kristian
Osvald Viderø.
leiklut · fullfíggjaða
?
Frímerki frá 2007.
Kap. 1 - Um Bíbliuna
11
I...,1,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...134
Powered by FlippingBook