Kristni 7 - Næmingabók - page 13

eftirkomarar · búleikaðust · viðfarin · trældóminum
?
M
ó
s
e
s
Í
s
a
k
o
g
J
á
k
u
p
B
á
b
e
l
s
t
o
r
n
i
ð
Kap. 1 - Um Bíbliuna
13
Um ár 2000 f.Kr.
Ábraham
Síðani vendir søgan sær ímóti einari ávísari ætt,
Ábrahams ætt. Gud lovaði Ábrahami og ætt hans­
ara eitt nýtt land, Kánáanland, og hann lovaði, at
eftirkomarar hansara skuldu gerast so nógv­ir sum
sandskorn á jørðini, og at øll fólkasløg skuldu
verða signað við honum.
Ísak og Jákup
Ábraham fekk sonin Ísak, og yngsti sonur Ísaks,
Jákup, fekk 12 synir, teirra millum var Jósef.
Við honum kom øll ættin til Egyptalands, og her
búleikaðust tey og eftirkomarar teirra í nærum
fýrahundrað ár. Tey nørdust í tali. Men hóast tey
komu inn í landið sum gestir, so vórðu tey sum
fráleið viðfarin sum trælir.
Um ár 1250 f.Kr.
Móses
Gud talaði til Móses úr einum brennandi torna­
runni. Gud bað hann um at leiða fólkið úr træl­
dóminum í Egyptalandi aftur til Kánáanland.
Móses gjørdi, sum Gud segði, men fólkið var
ótakksamt og fór at tilbiðja ein gullkálv í staðin
fyri Gud, sum hevði hjálpt teimum úr neyðini.
Tey 10 Boðini
Hóast hetta gjørdi Gud ein sáttmála við tey. Tey
skuldu vera hansara fólk, og hann vildi vera Guð
teirra. Á Sinai fjalli gav Gud Mósesi og fólkinum
“Tey 10 Boðini”. Men Gud gjørdi eisini av, at í
fjøruti ár skuldu tey búleikast í oyðimørkini,
áðrenn tey fingu loyvi at koma inn í tað lovaða
landið.
Ættfedrarnir
Á
b
r
a
h
a
m
T
e
y
1
0
B
o
ð
i
n
i
I...,3,4,5,6,7,8,9,10,11,12 14,15,16,17,18,19,20,21,22,23,...134
Powered by FlippingBook