24
Tá ið eg síggi eitt ess, minnir tað
meg á, at bert ein Gud er.
Tveyuni minna meg á, at Bíblian
er býtt í tveir partar, Gamla og
Nýggja Testamenti.
Hendan søgan varð funnin ímillum bløðini í einari gamlari Bíbliu í
1811. Hildið verður tó, at hon er væl eldri enn tað, helst frá 1778, tá ið
hon fyrstu ferð var at síggja á prenti.
Nakrir hermenn vóru komnir til eina legu við ein lítlan norður
afrikanskan bý. Hetta var eitt leygarkvøld, og morgunin eftir fóru teir í
kirkju. Tá ið dagsins tekstur varð lisin, tóku teir, ið høvdu eina Bíbliu,
hana fram. Men ein teirra tók í staðin eitt kortspæl úr lummanum.
Hann breiddi kortinum út framman fyri sær.
Herovastin sá hetta og bað hann beina tey burtur. Eftir gudstænastuna
varð hermaðurin handtikin fyri at hava spælt kort í kirkjuni og førdur
fram fyri ein dómara. Spurdur um hann hevði nakað at siga til sína
verju, helt hann fyri:
Eg havi verið á herferð í fimm vikur, og lítið hava
vit havt at lívbjarga okkum við. Eg eigi hvørki Bíbliu ella álmanakka,
men kortspælið hevur hjálpt mær væl hesa tíðina.
Síðani tók hann
kortini upp úr lummanum og legði tey eitt fyri og annað eftir framman
fyri dómaran.
Bíblian og álmanakkin
hjá tí unga hermanninum
lívbjarga
?