53
Kap. 6 - Kristindómur
Jesu føðing
Um ta tíðina, tá ið Jesus varð føddur, var Palestina undir rómverskum
valdi. Augustus var keisari í rómverska ríkinum. Men av tí, at ríkið
var sera stórt, hevði hann hjálparmenn aftrat sær. Í Palestina var tað
Heródes.
Jesus var ikki nakað vanligt barn. Eingilin Gabriel varð sendur til bygdina
Nasaret til Mariu, eina jomfrú, ið var trúlovað Jósefi, við boðum um, at
hon skuldi føða Guds son, og at hon skuldi kalla hann Jesus. Bæði Jósef
og Maria vóru av Dávids ætt. Jósef sveik ikki Mariu, hóast hon nú var
við barn, og tað ikki var hansara.
Um tað mundið tá Jesus skuldi verða føddur, var fólkteljing í landinum,
og tey bæði máttu fara til Betlehem, haðani Jósef var ættaður. Øll
gistingarhús vóru upptikin, so tey máttu sova í einum fjósi. Har føddi
Maria ein son, sum tey ballaðu og løgdu í eina krubbu.
Úti á markini sótu seyðamenn hjá fylgjum sínum. Tá sóu teir alt í einum
ein eingil, sum segði teimum frá, at eitt kongabarn var føtt í einum fjósi
har í nánd.
Seyðamenninir fóru at leita og funnu alt, soleiðis sum eingilin hevði
sagt. Síðan fóru teir og søgdu øllum frá tí, teir høvdu hoyrt og sæð.
Langt burtur haðani sóu nakrir vísmenn eina bjarta stjørnu á
himmalinum. Hetta var tekin um, at ein nýggjur kongur var føddur.
Teir vildu síggja henda kongason, og stjørnan vísti teimum vegin til
staðið, har Jesus var. Teir góvu honum gávur: gull, roykilsi og myrra.
FAKTA
Jesus: Harrin frelsir
Kristus: Hin salvaði kongurin
Frelsari: ein, ið bjargar
Bíblian nevnir ikki, hvussu mangir
vísmenninir vóru, ella hvussu teir
itu. Vit siga tó, at teir vóru tríggir,
og at teir itu Kaspar, Melchior og
Baltasar.
Roykilsi:
væl angandi harpeis, ið luktilsi
varð blandað uppí. Tað varð brent
Gudi til heiðurs.
Myrra:
væl angandi gummi. Tey deyðu
vóru salvað við gummi, áðrenn
tey vóru grivin. Gávurnar vóru ein
fyriboðan.
Gullið:
varð møguliga givið fyri at heiðra
Jesus sum kong, roykilsið at heiðra
hann sum Gud, og myrran var
tekin um, at Jesus var menniskja
og tí mátti doyggja.
trúlovað · um tað mundi · fólkateljing · salvaði · heiðra
?