Kristni 7 - Næmingabók - page 55

55
Kap. 6 - Kristindómur
Jóhannes doyparin
Jesus hevði ein skyldmann, ið var eitt hálvt ár eldri enn hann, og hann
æt Jóhannes. Sum 30 ára gamal fór Jesus at hitta Jóhannes, ið reikaði
um í oyðimørkini í Júdea, har hann prædikaði fyri fólki og bað tey liva
rætt, geva burtur av tí, tey áttu, og ikki gera meira ilt, tí at Guds ríki fór
skjótt at koma. Tey, ið játtaðu syndir sínar, vórðu doypt í Jordaná. Hann
doypti við vatni, men boðaði frá, at eftir hann fór at koma ein, ið fór at
doypa við heilagum anda og eldi.
Jóhannes visti, at Jesus var tann, ið hann hevði slóðað veg fyri. Tá ið
Jesus vildi verða doyptur, helt Jóhannes, at tað heldur skuldi verið
øvugt, at Jesus doypti seg. Men Jesus svaraði honum, at vit skulu gera
tað, ið Gud býður okkum at gera.
Tá ið Jesus var doyptur, opnaðist himmalin, og heilagi andin dalaði
niður yvir hann sum ein dúgva, og teir hoyrdu Guds rødd, ið segði:
Hesin er sonur mín, sum eg havi góðan tokka til
.
Eftir at Jesus var doyptur, fór hann út í oyðimørkina, har hann í fjøruti
dagar varð freistaður av djevlinum.
slóðað veg · freistaður
?
FAKTA
Tað var týdningamikil siður hjá
jødum sambært skriftunum at
reinsa seg. Men í dópinum lá eisini
týdningurin at loysa seg frá øllum
tí ónda.
I...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...134
Powered by FlippingBook