Kristni 7 - Næmingabók - page 65

65
Kap. 6 - Kristindómur
greinar
?
Visti tú
at orðið gudstænasta hevur
dupultan týdning.
• Guds tænasta fyri menniskju
• Menniskjans tænasta fyri Gudi
Maria moy og Jesusbarnið, mosaikk í Hagia Sofia
kirkjuni í Istanbul.
Keldan í Skálafirði.
Ebenezer í Tórshavn.
Ortodoksa kirkjan
Í fyrstuni var kristindómurin katólskur, t.e. hann var almennur
ella um allan heim. Men í 1054 fór kirkjan í tvey. Pávin í Róm og
erkibispurin í Konstantinopel vóru ósamdir um leiðsluna av kirkjuni.
Tey ortodoksu, sum onnur helvtin nú kom at eita, góðtaka ikki pávans
leiðslu. Hetta var serstakliga kirkjan eystanfyri. Men tann ortodoksa
kirkjan, serstakliga í Russlandi og Grikkalandi, hevur tó nógv felags
við rómversku katolikkarnar. Tey æra Mariu moy sera høgt og eisini
einglar og halgimenni, og tey hava eisini sjey sakramenti. Nógv kristin í
Eysturevropa og í Ásia eru griksk-ortodoks. Í ortodoksu kirkjunum eru
nógvar halgimyndir.
Protestantiska kirkjan
Fyrst í 16. øld hildu summi kristin, at katólska kirkjan ikki livdi eftir
Jesu læru. Á odda í hesum stríði gekk týski munkurin Martin Luther.
Mong fólk tóku seg tá úr rómversk-katólsku kirkjuni fyri at byrja eina
nýggja kirkju, ta protestantisku, við øðrvísi siðum. Hetta siðaskiftið
varð kallað trúbótin. Trúbótin kom til Føroya í 1538. Flestu kristnu,
sum ikki eru í katólsku ella ortodoksu kirkjuni, eru protestantar.
Protestantiska kirkjan hevur tvey sakramenti, dóp og altarborð.
Flestu føroyingar eru protestantar. Kristna trúgvin hevur annars nógvar
greinar, og nærum hvør grein hevur sín ávísa hátt at halda gudstænastu
ella at koma saman. Tann kristni kann tó altíð biðja, tá ið hann vil, ella
hvar hann er staddur.
I...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...134
Powered by FlippingBook