Kristni 7 - Næmingabók - page 66

66
• Í Gamla Testamenti var profeterað um Jesu føðing
• Eingilin Gabriel boðaði Mariu, at hon skuldi føða Guds son
• Jesus var jødi
• Saman við tólv lærusveinum ferðaðist Jesus um landið
• Jesus varð krossfestur og reis upp
• Fjøruti dagar seinni fór hann til himmals
• Lærusveinarnir gjørdust ápostlar, og fóru út at boða, at tann, ið
trýr á Jesus og livir so sum Gud vil, fær ævigt lív
• Altarborð ella breyðbróting stavar frá heilagu kvøldmáltíðini
• Stóru kristnu hátíðirnar eru: jól, páskir og hvítusunna
• Størstu kristnu kirkjurnar eru rómversk-katólska, protestantiska og
ortodoksa
• Pávin er hægsti myndugleiki í katólsku kirkjuni
• Protestantiska kirkjan er sprottin úr rómversk-katólsku kirkjuni
• Tann evangelisk-lutherska kirkjan hevur navn sítt eftir Martin
Luther
• Kirkjuligar handlingar eru dópur, ferming, vígsla og jarðarferð
1. Í sambandi við Jesu føðing hendi nakað ræðuligt í landinum.
Hvat hendi og hví?
2. Hvussu yvirlivdi Jesus hesa hending?
3. Hvør var Jóhannes doyparin?
4. Hvussu var Jesu síðsta tíð?
5. Hvussu var boðskapurin um Jesus borin út eftir deyða hansara?
1. Nevn trý dømi um, hvussu ein kristin eigur at liva.
2. Greið frá Kristi himmalsferðardegi og hvítusunnu.
3. Greið frá nøkrum av tí, Jesus legði størstan dent á í prædikum
sínum.
4. Greið frá tí kirkju ella samkomu, tú gongur í.
Um tú ikki vanliga gongur í eina kirkju ella samkomu, kanst tú velja
tær eina at greiða frá.
Samandráttur
Spurningar
Uppgávur
I...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...134
Powered by FlippingBook