Kristni 7 - Næmingabók - page 58

58
fremja
?
Jesu deyði og uppreisn
Men alt hendi júst so sum Jesus hevði sagt. Hann varð svikin av Judasi,
og Pætur segði seg als ikki kenna Jesus.
Jesus varð ákærdur fyri gudsspottan ella at tosa ímóti Guds læru.
Eftir jødiskari lóg kundi ein slíkur brotsmaður fáa deyðadóm. Jødar
vóru undir rómverskum valdi og kundu tí ikki sjálvir fremja nakran
deyðadóm. Men teir greiddu rómverska landshøvdinganum Pilatusi frá,
at Jesus var ein uppreistrarmaður, ið hótti landsins lógir og trygd.
Jesus varð krossfestur saman við tveimum ránsmonnum.
Jesus varð tikin niður av krossinum og lagdur í eina grøv. Triðja dagin
eftir fóru Maria Magdalena og Maria, mamma Jákups, ið eisini var
lærusveinur, út til grøvina. Men grøvin var tóm. Jesus var risin upp.
Judaskossurin, 1866, eftir Gustave Doré (1832-1883)
Visti tú
at tríati silvurpengar var tann
peninga­nøgd, Judas fekk fyri at
svíkja Jesus.
FAKTA
At krossfesta brotsmenn var
vanligur revsiháttur í Rómverja­
ríkinum. Tann deyðadømdi varð
negldur fastur og doyði spakuliga
av krampum, hita og tosta.
I...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...134
Powered by FlippingBook