Kristni 7 - Næmingabók - page 110

Visti tú
at onkur eisini skrivaði orð
Gabriels til Muhammed á herða­
blaðið á einum kameli?
javnan · herðablaðið
?
Koranin
Koranin er heilaga bókin hjá muslimum. Eingilin Gabriel las fyri
Muhammedi úr eini himmalbók, og Muhammed legði seg eftir at minnast
alt uttanat. Restina av lívi sínum fekk hann javnan tílíkar opinberingar,
sum hann síðan endurgav fyri vinum sínum. Teimum varð álagt neyvt
at minnast til alt. So við og við vóru frásagnirnar skrivaðar í brotum á
tað, sum var fyri hond: pergament, leður, bark o.a.
Stutt eftir deyða Muhammeds vóru øll brotini savnað í eina bók,
Koranina. Hon er orð Allah til muslimar, soleiðis sum hann talaði tað
gjøgnum Muhammed profet. Tí hevur Koranin og tað, sum stendur í
henni, so stóran týdning fyri muslimar. Koranin er í kapitlum, 114 í tali.
Hon er á arábiskum, tí máli Muhammed tosaði. Mangir muslimar leggja
seg eftir at læra Koranina uttanat, so at orð Allah verða verandi óbroytt.
Aftur at Koranini hava muslimar Sunnaina. Tað er alt, ið Muhammed
hevur sagt og gjørt, savnað í einari bók.
Koranin er vakurt innbundin, skrivað við vakrari kalligrafi og skal helst berast í hjartahædd.
FAKTA
Rósukransurin hevur 33 ella 99
perlur, sum ímynda tey 99 vakrastu
nøvnini, Allah hevur
(nr. 100 eigur Gud sjálvur).
Rósukransurin verður
ofta nýttur í
sambandi
við bøn.
110
I...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...134
Powered by FlippingBook