Deyði
Tað eru nógvir siðir og skikkir tengdir
at deyðanum í øllum átrúnaðum. Tá ein
muslimur doyr, eru siðirnir bundnir at tí
líváskoðan og lívsførslu, muslimar hava. Er
andlátið væntað, so er tað gott, um tann, sum
skal hiðani, fær biðið um fyrigeving fyri sínar
gerðir og viðurkent, at eingin gud er uttan
Allah, og Muhammed er profetur hansara. Letur hetta seg ikki gera,
so eiga næstringarnir at gera tað. Síðan verður líkið vaskað. Maður
vaskar manni, og kvinna vaskar kvinnu. Summi smyrja líkið við olju
ella kamfer og balla tað í hvítt klæði.
Best er, um jarðarferðin kann verða sama dag. Í nógvum londum verða
tey borin til gravar heldur enn koyrd. Í mongum londum hava muslimar
egnar gravstaðir. Tað kemst av, at tey skulu liggja á høgru síðu lítandi
móti Mekka, heilaga býnum hjá muslimum.
Í londum, har fólk vanliga verða løgd í kistu, og har eingir muslimskir
gravstaðir eru, verða muslimar eisini grivnir í kistu í vanligum kirkjugarði.
Islam lærir, at sálin bíðar eftir dómadegi, men bíðitíðin er stutt, sum
eitt eygnabrá. Á evsta degi kemur lønin, tá Allah skal døma tey eftir
lívsførslu. Í lívinum hava tey havt tveir einglar, sum hava ført roknskap
yvir góðar og óndar gerðir. Teir handa Allah roknskapin, og so er tað
hann, sum ger av, hvørt ein kemur í Paradís ella í Helviti. Muslimar seta
sína vón til, at Allah er góður og miskunnsamur.
tengdir at · næstringarnir · eygnabrá
?
118