Kristni 7 - Næmingabók - page 119

Kap. 13 - Islam og Muhammed
Útbreiðsla
Tá vit rokna, hvussu mong fólk eru muslimar, hugsa vit um tey, sum
búgva í londum, sum siga seg at vera muslimsk. Ikki hvussu virknir
muslimar, tey eru. Tí verður roknað við, at tað eru umleið ein milliard
muslimar í verðini, og at Islam er næststørsti átrúnaðurin. Størstur er
kristindómurin. Muslimar um allan heim kenna seg at hoyra saman í
einum trúarfelagsskapi. Hesin verður nevndur
Umma
.
Muslimar í Evropa liva sum minnilutar við teimum trupulleikum,
minnilutar altíð hava, t.d. at halda fast við mál, trúgv, siðvenju og
livihátt, um tað víkir ov nógv frá meirilutanum. Hesir muslimar koma
helst úr ymsum londum, við ymiskum mentanum. Teir tulka Koranina
og Sunnaina ymiskt, og summir leggja kanska ikki so nógv í, hvør
tulking verður nýtt. Tískil ber ikki til at siga, hvussu muslimar eru, ella
hvat muslimar halda.
virknir · minnilutar
?
Visti tú
at bert 1/6 av øllum muslimum
eru arábar.
Muslimar biðja á Ráðhúsplássinum í Keypamannhavn í Danmark.
119
I...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...134
Powered by FlippingBook