Kap. 13 - Islam og Muhammed
Meðan vígslan fer fram, sita brúður og brúðgómur í hvør sínum rúmi.
Tey hava hvør sítt vitni, sum gongur ímillum við teimum boðum, sum
neyðug eru. Ein imamur ella onkur annar muslimskur maður lesur úr
Koranini og tosar um skyldurnar, tey hava sum hjún. Tríggjar ferðir
verða tey spurd, um tey góðtaka hjúnalagið. Vitnini bera so svarini
ímillum. Síðan skrivar brúðarparið undir tær hjúnalagsreglur, sum
eru nevndar í avtaluni. Biðið verður um, at tey verða eins eydnurík og
Muhammed profetur og Khadidja, fyrsta kona hansara. Muhammed var
fleiri ferðir giftur.
Muslimsk brúdleyp vara ofta í tríggjar dagar. Fyrsta dagin halda tey
veitslu hvør sær við vinum og familju. Annan dagin leiðir brúðgómurin
brúður sína til heim sítt. Triðja dagin tekur brúðurin ímóti vinum og
familju í nýggja heimi sínum.
Koranin sigur, at ein maður kann hava 4 konur, men bert um hann kann
tryggja øllum somu kor. Av tí at flestu lond ikki loyva, at ein maður
er giftur við fleiri samstundis, hava flestu muslimskir menn bert eina
konu. Hjúnaskilnaður er bert loyvdur sum evsta loysn, sigur Koranin.
vitni · evsta
?
Koranin sigur einki um, at
kvinnur skulu bera slør. Tó
verður tað væntað, at tær klæða
seg sømiliga. Tað merkir eftir
muslimskari siðvenju, at menn
kunnu hava beran yvirkropp, men
kvinnur skulu ikki vísa hár, armar
og bein og ikki vera í klæðum,
sum sita ov tætt at kroppinum.
FAKTA
117