Tær fimm súlurnar
Allir rætttrúgvandi muslimar skulu vísa sína trúgv við at halda ávísar
átrúnaðarligir siðir og reglur. Tær eru givnar av Gudi og eru óbroytiligar
og ævigar. Allir muslimar hava skyldu til at halda hesar 5 reglur, sum vit
kalla tær
5 súlurnar
, sum islam byggir á:
Trúarjattan, bøn, føsta, olmussa og pílagrímsferð/ir.
skyldu til · miðskeiðis · eintingum
?
Tað er bert er ein gud, Allah, og Muhammed er profetur
hansara.
Trúarjáttanin skal sigast minst eina ferð
í lívinum, og tá hon verður søgd, meðan onnur
hoyra, so kanst tú kalla teg muslim. Trúðarjáttanin
verður teskað í oyrað á nýføðingum og er eisini við,
tá kallað verður til bøn.
5 bønir skulu biðjast hvønn dag. Ein fyri dag, ein
beint eftir middag, ein miðskeiðis seinnapart, ein
við sólsetur og ein um kvøldið. Flestu dagar er ikki
neyðugt at fara í moskuna at biðja, men fríggjadag
skulu allir menn fara í moskuna, har ein imamur
talar og leiðir bønina. Kvinnurnar gera, sum tær
vilja, um tær fara við. Fara tær í moskuna, eru tær
annaðhvørt í einum øðrum rúmi ella fyri seg sjálvar
í sama rúmi, sum menninir. Tá kallað verður til
bøn, verður hetta sagt:
• Allah er størstur (4 ferðir)
• Eg vitni, at eingin gud er uttan Allah (2 ferðir)
• Eg vitni, at Muhammed er profetur hansara
(2 ferðir)
• Kom til bøn (2 ferðir)
• Kom til frelsu (2 ferðir)
• Allah er størri (2 ferðir)
• Eingin gud er uttan Allah (1 ferð)
Muslimar fasta ofta av sínum eintingum, men
ein
føsta er áløgd níggjunda mánaðin hjá muslimum.
Hann eitur ramadan, og tað er eisini navnið á
føstuni. Hon varir ein mánað, og henda mánaðin
má ein muslimur hvørki eta ella drekka frá sólarrisi
til sólseturs.
Muslimar trúgva, at Allah gevur teimum tímiliga
vælferð: ognir og pening. Við at lata burturav, takka
teir Allah fyri allar góðar gávur. Tað er ikki óvanligt
at lata ein fýraogtjúgundapart av síni ogn og inn
tøku eina ferð um árið. Hetta er serliga í sambandi
við ramadan.
Ein muslimur eigur, um tað ber honum til, at fara til
Mekka minst eina ferð í lívinum. Áðrenn teir koma
til Mekka, verða teir latnir í ein einfaldan, hvítan
búna. Hann ber boð um, at nú nærkast heilagi
staðurin. At vera eins klæddur ber eisini boð um, at
øll eru eins fyri uttan mun til ríkidømi og umstøður
annars.
Trúarjáttan
shahada
Bøn
salah
Føsta
salum
Olmussa
zakah
Pílagrímsferð
hadsj
1
2
3
4
5
Rustempasamoskan í Istanbul í Turkalandi. Menn biðja.
112