Kristni 7 - Næmingabók - page 116

Skiftið til vaksnamannalívið
Islam ger ikki nakað serstakt burturúr, tá eitt barn verður vaksið ella
tannáringur. Men barnið lærir í sínum uppvøkstri, hvat ein góður
muslimur er. Tað lærir at biðja og at bera seg rætt at, bæði í moskuni og
millum fólk. 7 ára gomul fara muslimsk børn í Koranskúla í moskuni,
har tær læra at lesa Koranina, sum er á arábiskum. Í Koranini stendur,
hvussu ein muslimur eigur at liva og bera seg at. Tá eitt barn er um
13 ára aldur, verður roknað við, at tey eru sjálvstøðug átrúnaðarliga.
Stórur dentur verður lagdur á tær fimm súlurnar og trúarjáttanina,
bønina og føstuna. Sum tannáringar skulu gentur og dreingir ikki vera
saman, uttan vaksin eru til staðar. Lýdni, rættvísi og reinføri seta nógv
muslimsk foreldur æru í.
Hjúnalag
Foreldrini at teimum báðum pørtunum avtala sum oftast hjúnalagið.
Men Sharialógin, sum merkir ein leið, sum skal haldast, gevur brúður
og brúðgómi rætt til at siga nei til tann, foreldrini hava valt.
Undan brúdleypinum avtala foreldrini eina heimanfylgju, sum kann
vera peningur ella aðrar ognir, og skriva eina avtalu. Heimanfylgjan
kann ikki verða kravd aftur. Hon er upprunaliga ætlað sum trygd, um
hjúnalagið ikki varð so gott, sum væntað.
Muslimsk hjúnavígsla. Imamurin og brúðgómurin taka í hondina á hvørjum øðrum.
116
I...,106,107,108,109,110,111,112,113,114,115 117,118,119,120,121,122,123,124,125,126,...134
Powered by FlippingBook