Kristni 7 - Næmingabók - page 109

Kap. 13 - Islam og Muhammed
Muhammed fekk stóra mótstøðu, men hann helt á at prædika um, at
tað bert er ein gud, Allah, og Muhammed er profetur hansara. Í 622
noyddist Muhammed at flýggja til Medina. Muslimar góvu hesari
hending so stóran týdning, at teir gjørdu av, at hava tíðarroking sína
frá hesum ári, eins og kristin hava sína tíðarrokning frá Kristi føðing.
Muhammed doyði 10 ár seinni í árinum 632.
Medina í Saudiarábia. Muslimar gera seg klárar at biðja í Nabawimoskuni. Undir grøna hválvinum er Muhammed grivin.
109
I...,99,100,101,102,103,104,105,106,107,108 110,111,112,113,114,115,116,117,118,119,...134
Powered by FlippingBook