Landafrøði 1 - page 117

JØRÐIN OG KORTINI
117
Tríggjar Gjáir
Størsta byrgingin í heimssøguni er í Kina og eitur
Tríggjar Gjáir.
Sjálv byrgingin tvørtur um Chang Jiang ánna er 2,3 kilometrar long
og 185 metrar høg. Har er nú eitt 600 km langt vatn, sum í vídd er
næstan sum Føroyar. Í 2008 var vatnið fult. Orkuverkið skuldi eftir
ætlan framleiða ein tíggjundapart av samlaða eltørvinum í Kina.
Men av tí at búskaparliga menningin í landinum er so skjót, fer
orkuverkið kanska bert at nøkta 3-4% av eltørvinum.
Hetta 1.000 km2 stóra vatnið hevur fjalt 13 stórar og 140 smærri
býir og einar 1350 bygdir og noytt einar tvær milliónir fólk at flyta
úr heimum sínum. 240.000 hektarar av fruktagóðari jørð liggja nú
undir í vatni.
Ringt fyri umhvørvið
Tey, sum finnast at byrgingini, ávara um, at hon kann
gerast ein vanlukka fyri fólk og umhvørvið bæði í lands-
lutinum og aðrastaðni. Tey vísa m.a. á trupulleikarnar
av at noyða fólk burtur frá upprunaøkjum sínum til
fremmandar býir. Verksmiðjur, nám og ruskpláss, sum
nú liggja á botninum, spjaða eitur út í vatnið. Skriðulop
framvið strendurnar kunnu fylla vatnið upp, og hetta
minkar um vatnnøgdina og harvið orkuframleiðsluna.
Harafturat hóttir byrgingin ymisk sløg av fugli og fiski,
sum eru í vanda fyri at doyggja út. Atfinnarar vísa eisini
á vandan fyri jarðskjálvtum og vandan fyri, at byrgingin
ávirkar veðurlagið á staðnum.
Gott fyri búskapin
Tey, sum taka undir við byrgingini, siga, at Kina tørvar elmegi til
menningina. Byrgingin kemur eisini at minka um vatnflóðirnar, sum
ofta hava kravt fleiri túsund mannalív. Í 1954 doyðu meir enn 30.000
fólk, og næstan 19 milliónir noyddust at rýma undan flóðini.
Byrgingin gevur eisini eitt íkast til betri umhvørvi í landspartinum
og landinum sum heild, halda talsfólk. Tann elmegin, sum orkuverkið
framleiðir, svarar til at brenna 40 milliónir tons av koli um árið. Hetta
merkir, at 100 milliónir tons av vakstrarhúsgassi ikki fara út í luftina.
Meira flutningur kann fara fram eftir áum og vøtnum, og hetta hevur
við sær sparingar og vinning fyri umhvørvið.
Landafrøðikunnleikar eru neyðugir
Tað er ikki lætt at siga, hvørji árin byrgingin og vatnið hava og
fara at fáa. Fyri at meta um hetta, er neyðugt at hava kunnleika
til landafrøði. Nógv av tí, sum tú hevur lisið um í hesi bókini,
ávirkar á ymsan hátt: Undirgrundin, jørðin, veðurlagið, vøksturin
og vatnið spæla ein stóran leiklut. Fólkið og politikkur spæla
sjálvandi eisini ein stóran leiklut.
I...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,122-123,124
Powered by FlippingBook