Landafrøði 1 - page 114

114
VATNIÐ Á JØRÐINI
Er nógmikið av vatni til
Nøgdin av vatni, sum er til á jørðini, broytist ikki, og hon skal nøkta
tørvin hjá øllum heiminum. Tað er sjálvandi eingin vandi fyri, at vatnið
verður uppi; tað fer altíð at vera til. Trupulleikin er tann, at næstan alt
vatnið á jørðini er salt og tí ikki beinleiðis kann brúkast til drekkivatn
ella til at væta dyrkilendi.
Feskt vatn er ójavnt býtt kring jørðina. Í Føroyum er nóg mikið av
feskum vatni, hóast vit ofta fáa boð at spara vatn um summarið, tá
ið turkur er. Men í nógvum londum, serliga við turrum veðurlag, er
vatntrot eitt stórt vandamál. Nógv fátæk fólk, serliga kvinnur, nýta heilt
nógva tíð at leita eftir vatni og bera tað til hús. Eitt annað vandamál
er, at vatnið kann vera dálkað, ella har kunnu vera sjúkuelvandi evni í.
Hvørt ár doyggja meira enn ein millión børn av dálkaðum vatni.
Fleiri stórir býir kring heimin hava ilt við at útvega íbúgvunum vatn.
Tað ber til at taka saltið úr sjógvi, men tað er framvegis ógvuliga
dýrt. Onkur hevur roknað út, at tað átti at borið til at avsalta sjógv
og útvegað nóg mikið av vatni til alla verðina í einum avsaltingarvirki
í Sahara, sum skuldi verið rikið við sólorku. Tað er tó ivasamt, um
hendan loysnin kann verða sett í verk.
Vatntrotið nógvastaðni elvir til, at fólk læra seg at spara vatn. Tað ber
til at brúka nógv minni vatn at vatna akrarnar við, enn higartil hevur
verið brúkt. Og í teimum ríku londunum ber til at brúka nógv minni
vatn í húsarhaldinum, t.d. við at gera vesikummur, ið ikki brúka so
nógv vatn.
Í nógvum fátækum londum fáa alsamt fleiri fólk atgongd til reint
vatn. Tað bøtir um heilsustøðuna og gevur stundir til at gera annað
arbeiði. Men hjá nógvum fólkum fer framvegis at vera torført at fáa
fatur á vatni. Vatntrot elvir somuleiðis til stríð millum fólk og millum
lond.
Vatntrot kann elva til stríð millum
fólk og millum lond. Her verður
vatn býtt út til neyðstødd fólk
eftir eitt herviligt ódnarveður í
Acapulco í Meksiko.
I...,104,105,106,107,108,109,110,111,112,113 115,116,117,118,119,120,122-123,124
Powered by FlippingBook