Landafrøði 1 - page 112

112
VATNIÐ Á JØRÐINI
Kaspiskahav - eitt risastórt vatn
Kaspiskahav
er ikki sjógvur, men eitt ógvuliga stórt
vatn. Tað er líka stórt sum alt Svøríki og hoyrir til
fimm ymisk lond. Fleiri stórar áir, teirra millum Volga
og Ural, renna út í Kaspiskahav, haðani eingin á renn­
ur út á sjógv.
Fiskivinnan hevur nógv at týða hjá teimum, sum
búgva rundan umKaspiskahav, men oljuvinnan hevur
tó enn størri týdning. Oljan er at finna undir botninum
í hesum stóra vatninum. Har er somuleiðis nógv skipa­
ferðsla, bæði við fólki og farmi. Vatnið er partur av tí
stóru skipanini av áum, veitum og vøtnum, sum gera
tað møguligt at sigla allan vegin úr Kaspiskahavi til
Eystarasalt.
Bajkalvatn – heimsins djúpasta vatn
Bajkalvatn
í Suðursibiria er heimsins djúpasta vatn.
Størsta dýpið er 1.940 metrar. Av tí, at vatnið er so
djúpt, er ómetaliga nógv feskt vatn har.
Bajkalvatn verður eisini hildið at vera heimsins elsta
vatn; aldurin á tí verður mettur til 70 milliónir ár.
Har liva nógv ymisk dýrasløg, sum ikki eru at finna
nakra aðrastaðni á jørðini, m.a. tann eyðkendi bajkal-
kópurin. Hetta kemur av, at vatnið er so gamalt og
liggur soleiðis í lendinum, sum tað ger.
Bajkalvatn er á listanum hjá ST yvir støð, sum eiga
at verða varðveitt, men bæði vatnið og umhvørvið
rundanum eru hótt. Har er m.a. nógvur timbur­
ídnaður, sum dálkar vatnið illa við sínum útláti.
Tey stóru vøtnini
Í USA og Kanada eru fimm stór fesk vøtn, S
uperior­
vatn, Michiganvatn, Huronvatn, Erievatn
og
Ontario­
vatn
. Tey eru bundin saman í eina stóra skipan. Haðani
rennur St. Lawrenceá gjøgnumKanada út í Atlantshav.
Rundan um tey stóru vøtnini og fram við ánni er
nógvur ídnaður, sum dálkar vatnið. Serliga Erievatn er
illa dálkað. Har eru stórir ídnaðarbýir, so sum Buffalo,
Cleveland og Detroit.
Fiskimenn á Viktoriavatni. Tað gerst alsamt
truplari hjá teimum at fáa fisk í gørn síni.
I...,102,103,104,105,106,107,108,109,110,111 113,114,115,116,117,118,119,120,122-123,...124
Powered by FlippingBook