Landafrøði 1 - page 107

VATNIÐ Á JØRÐINI
107
Ríkidømið í sjónum
Í heimshøvunum er nógv ymiskt tilfeingi, sum menniskju fáa gagn av,
m.a. fiskur og náttúruríkidømi sum t.d. ráolja og gass. Vit vita eisini,
at til ber at finna málm við ymiskum metalum, eitt nú jarni, mangan,
kopari og nikkul. Enn hevur tó eingin roynt at vunnið metal burtur úr
havbotninum.
Sjógvurin er eisini ein týðandi farleið hjá túsundtals farmaskipum.
Tilfeingið í havinum er stórt, men samstundis er tað hótt. Tað hevur
havt við sær, at lond stríðast um, hvør eigur rættin til ríkidømið.
Japanskir fiskimenn í Tokyovíkini.
Japan er ein tann týdningarmesta
fiskivinnutjóðin í heiminum. Skip
úr Japan veiða kring allan heim;
og nógva staðni troka tey stóru
japansku fiskiskipini teir staðbundnu
fiskimenninar burtur, sum bara hava
smáar útróðrarbátar.
I...,97,98,99,100,101,102,103,104,105,106 108,109,110,111,112,113,114,115,116,117,...124
Powered by FlippingBook