Landafrøði 1 - page 98

98
VATNIÐ Á JØRÐINI
Hvussu brúka vit vatnið
Í Danmark og Svøríki brúkar hvørt fólk í miðal 110 til 200 litrar av
vatni hvønn einasta dag. Í USA brúka fólk um tríggjar ferðir so nógv.
Vit brúka vatn í vesinum, tá ið vit vaska okkum, busta tenn, vaska
upp, gera mat, vaska bil, vatna blómur o.s.fr. Hugsa um, hvussu ofta tú
skrúvar kranan frá um dagin.
Her í Norðurlondum eru vit von at drekka kranavatn. Vatnið er reint,
og vit hava nóg mikið av tí. Í turrum støðum grava fólk ofta djúpar
brunnar niður til grundvatnið, – viðhvørt finna tey bara óbrúkiligt
saltvatn.
Í fátækum londum brúka serstakliga kvinnur ofta nógva tíð at fara
eftir vatni. Siðvenjan er, at hetta er teirra arbeiði. Í býum, har íløgur eru
Kalifornia brúkar nógv vatn
Í Kalifornia er landbúnaður
stór vinnugrein. Her dyrka tey
víndrúur, appilsinir, sitrónir og
aðrar fruktir, umframt korn.
Fyritreytin fyri landbúnaðinum
er ein vatningarskipan, tí veður-
lagið er so turt. Kalifornia er
tann staturin í USA, sum brúkar
mest vatn eftir fólkatalinum.
Meira enn 78% av vatninum
verður brúkt til jarðarbrúk, og
bara 22% verða brúkt í húsar­
haldinum.
Grønmetisvelta í Kalifornia.
I...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...124
Powered by FlippingBook