Landafrøði 1 - page 92

92
VATNIÐ Á JØRÐINI
Sólarljós og vatn eru bæði alneyðug fyri
lívið á jørðini. Við ongum vatni kunnu
hvørki menniskju, dýr ella plantur liva.
Vit menniskju megna at liva ein mánað
við ongum mati, men fáa vit ikki vatn at
drekka, ella okkurt við vatni í, so doyggja
vit eftir fáum døgum.
Vatn í ymsum líki
Vatn kann vera í ymsum líki. Á sjónum, í vøtn­
um, áum og á markum er vatn flótandi. Í inn-
landsísinum og jøklum er tað í føstum líki. Meira
enn 70% av jørðini eru undir vatni, annaðhvørt
flótandi ella frystum. Í skýggjum og mjørka er
vatnið sum dampur.
Vatn er í støðugari rørslu. Eitt áhaldandi rensl
er millum land, hav og luft. Burturguvað vatn
ferðast yvir jørðini í loftstreymum. Um leið 10
dagar seinni er tað fallið niður aftur sum regn,
heglingur ella kavi. (Á blaðsíðu 70 kanst tú lesa
meira um vatnrenslið).
Ein partur av avfallinumverður verandi í ovasta
jarðlagnum, sum planturøturnar drekka. Men
nógv vatn heldur leiðina fram niður ígjøgnum
jørðina og savnast í holum í hellugrundini. Slíkt
vatn nevna vit
grundvatn
. Grundvatnið flytur
seg spakuliga ígjøgnum jørðina og rennur at
enda út í eina á, eitt vatn ella á sjógv.
Flest fólk á jørðini fáa drekkivatn úr
grundvatni, sum eisini er umráðandi fyri
trø við longum rótum.
Vatnið á jør
ðini
I...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...124
Powered by FlippingBook