Landafrøði 1 - page 82

82
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Tropiskt regnskógarveðurlag – tropiskur regnskógur
Við miðkringin er
tropiskt
regnskógarveðurlag
. Her er ógvuliga heitt alt
árið. Orsøkin er, at sólin altíð stendur høgt á himmalinum og vermir
bæði land og luft. Miðalhitin er um 20°C til 30°C. Summar dagar er
væl heitari.
Luftin kennist altíð slavin, og tað regnar mest sum hvønn dag.
Viðhvørt regnar alt samdøgrið í fleiri vikur. Avfallið er ofta meira enn
2000 millimetrar um árið. Til samanberingar regnar árliga um leið
1400 til 2000 mm nógva staðni í Føroyum.
Í økjum við tropiskum regnskógarveðurlagi er
tropiskur regnskógur
.
Vanlig trø eru svartviður, tekk og mahogni.
Stórir partar av Karibisku oyggju-
num í ein landsynning úr USA vóru
einaferð vaksnir við regnskógi. Nú
er lítið eftir av hesum skógum. Hesin
skógurin á oynni Puerto Riko er
ikki stórur, men har er ein hópur av
ymsum regnskógarvøkstri.
I...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...124
Powered by FlippingBook