Landafrøði 1 - page 89

VEÐURLAG OGVØKSTUR
89
fyri 1992. Hesar minkingar skuldu
verða framdar í seinasta lagið í 2012, tá
Kyoto-sáttmálin gekk út.
Í 2007 komu umboð fyri heimsins
lond aftur saman á Bali í Indonesia
fyri at samráðast um tann næsta stóra
veðurlagssáttmálan, sum skuldi halda
fram eftir Kyoto-sáttmálan.
Tíverri eydnaðist ikki at semjast um
tølini. Tó fekst semja um, at tey ríku
londini framvegis hava høvuðsábyrgd­
ina av, at útlátini minka. Á tí stóru
veðurlagsráðstevnuni í Keypmanna­
havn í 2009 miseydnaðust enn einaferð
royndirnar at semjast um ein heims­
umfatandi veðurlagssáttmála. Arbeiðið
heldur nú fram við støði í teimum
úrslitum, sum veðurlagsráðið IPCC hjá
ST kemur við.
Veðurlagsráðið hjá ST
Veðurlagsráðið hjá ST, sum varð stovnað í 1988, eitur IPCC. Hetta
er stytting fyri Intergovernmental Panel for Climate Change. IPCC
samskipar og kunnar um veðurlagsgransking kring allan heimin.
Hetta verður gjørt við eitt nú at geva út frágreiðingar.
Umboð fyri á leið 190 lond sita í ráðnum. Úr Norðurlondum luttaka
granskarar frá lærdum háskúlum, veðurstovnum og øðrum myndug­
leikum.
Fram til 2012 hevur veðurlagsráðið kunngjørt fýra stórar metingar
um veðurlagsbroytingar. Í tí fyrstu var einki um, hví hitin á jørðini
hækkar. Men í frágreiðingini frá 2007 skrivar ráðið, at orsøkin til, at
tað gerst heitari, óivað er økt útlát av vakstrarhúsgassi. IPCC heldur tí,
at okkum tørvar ymsar hættir at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
Sjálvt um veðurlagsfrágreiðingarnar hjá ST byggja á gransking, so
eru granskarar ikki á einummáli, um vit hava størri vakstrarhúsárin ella
ikki. Tey eru heldur ikki samd um avleiðingarnar. Men um vakstrar­
húsárinini verða ávirkað ella ikki, so halda tey flestu kortini, at tað er
neyðugt at avmarka útlátið av carbondioxid og øðrum vakstrarhúsgassi.
Tann lívsførsla, sum vit hava í ríka heiminum, krevur nógv tilfeingi
og nógva orku, ið sum frá líður ikki kann sameinast við burðardygga
menning (sí eisini 2. part).
Nógv fólk taka lut í altjóða ráðstevnum
um veðurlagið. Myndin vísir mótmælisfólk
frá altjóða veðurlagsráðstevnuni á Bali í
2007, har fleiri enn 10.000 luttakarar og
mótmælisfólk vóru við.
I...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...124
Powered by FlippingBook