Landafrøði 1 - page 79

VEÐURLAG OGVØKSTUR
79
lerkartrø vanlig. Tey missa nálirnar um veturin, tá tað verður ómetaliga
kalt. Mesti kuldin, sum er máldur í Sibiria, er um leið -70°C. Í USA
og Kanada eru nálaskógir, sum eita “redwood”. Her kunnu trøini
verða yvir hundrað metrar høg og meira enn tvey túsund ára gomul.
Fleiri sløg av nálatrøum úr Norðuramerika verða nú á døgum plantað
ymsa staðni í heiminum, – sjálvt í støðum, har nálatrø upprunaliga
ikki vuksu. Vanligasta træið í Nýsælandi er t.d. eitt skjótt vaksandi
lerkartræ úr Kalifornia. Í Føroyum eru ymisk sløg av nálatrøum og
leyvtrøum gróðursett, sum stava frá sunnasta parti í Suðuramerika, har
veturin er lýggjur og summarið kalt, eins og í Føroyum.
Stórir partar av Kanada eru í
nálaskógarøkinum. Her er veturin
ógvuliga kaldur og summarið rætti­
liga heitt. Vørur gjørdar úr tilfari
úr skógunum eru týdningarmikil
útflutningur í Kanada.
–12,3°C er mesti kuldin,
sum er máldur í Føroyum
síðani 1961. Tað var á flog-
vøllinum 4. mars 2001.
I...,69,70,71,72,73,74,75,76,77,78 80,81,82,83,84,85,86,87,88,89,...124
Powered by FlippingBook