Landafrøði 1 - page 72

72
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Fjallaregn
verður, tá ið eitt fjall ella høgt berg noyðir slavna luft upp
í hæddina. Luftin kólnar, og tað fer at regna ella kava. Tá ið luftin er
farin upp um fjallið, er ikki so nógv væta eftir. Tí er sjáldan avfall í
økjunum hinumegin høga fjallið. Tey eru í lívd, ella í
regnskugganum
,
sum eisini sagt verður.
Ódnarveður
Tropiskar ódnir kunnu taka seg
upp yvir heitan sjógv nær við
miðkringin. Ymiskir heimspartar
hava ymisk nøvn fyri tær. Vit
tosa ofta um tropiskar ódnir
ella melduródnir. Tær verða til í
økjum, har hitin í vatnskorpuni
er meira enn 27˚C. Tá ið heit,
slavin luft alla tíðina fer uppeftir,
elvir hon til storm. Somuleiðis
elvir henda luftin til ovurstórar
melduródnir, sum flyta seg burtur
frá miðkringinum.
Vindferðin í eini ódn røkkur
ofta upp í 50 m/s (metrar um
sekundið), viðhvørt heilt upp í
góðar 100 m/s. Slíkur vindur rívur
lættliga bæði hús, bilar og fólk
um koll. Tá ið ódnin kemur inn
yvir land, lækkar hitin í luftini, og
at enda hæsar ódnin av.
Brúgvaregn
Góðveðursregn
Køld luft
regn
Heit luft
rísur yvir
kalda luft
og kólnar.
regn
Heit slavin
luft rísur
og kólnar
regn
Regn-
skuggi
Heit luft
verður noydd
uppeftir og
kólnar
Fjall
Fjallaregn
Fylgisveinamyndin vísir ódnina Ike á veg inn yvir Florida tann 9. september í 2008.
I...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...124
Powered by FlippingBook