Landafrøði 1 - page 66

66
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Hiti
Hvør hitin á jørðini er, veldst um ringrásina hjá jørðini kring sólina, og
hvussu nógv jarðarásurin hellir. Afturat hesum koma vakstrarhúsárin.
Áshallið ger, at sólin skínur ójavnt á jørðina. Økiðmillummiðkringin
og sólkringarnar fær flestar sólargeislar. Her stendur sólin høgt á himni
alt árið, og sólstrálurnar lýsa næstan beint niður á jørðina. Tí gerst so
heitt her.
Við pólarnar stendur sólin harafturímóti altíð lágt á luftini. Sólstrál­
urnar raka jarðarýtuna á skák og geva ikki frá sær so nógvan varma.
Harafturat kasta ísur og kavi aftur meginpartin av geislunum, áðrenn
teir megna at hita land og hav.
Vindur
Vindur er luft, sum flytur seg í niðasta partinum í lofthavinum. Hann
hevur nógv at týða fyri veðurlagið á jørðini. T.d. flytur vindur varma
frá lýggjum økjum við miðkringin til norðaru og sunnaru partarnar av
jarðarknøttinum. Samstundis rekur svalligari luft ímóti miðkringin.
Síðst í august 2008 rakti ódnin Gustav
karibisku oyggjarnar og sunnara partin
av USA. Minst 85 fólk lótu lív og fleiri
hundrað hús vórðu løgd í oyði.
I...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...124
Powered by FlippingBook