Landafrøði 1 - page 56

56
JARÐARSKORPAN
Leysu jarðløgini
Oman á helluni eru
leysu jarðløgini
. Tey eru úr ymsum leysum
tilfari
.
Sløg av leysum jarðløgum
Meginparturin av leysu jarðløgunum oman á helluni er grót,
sum er molnað av ytri kreftum. Hetta hendir, tá ið turkur, vin-
dur, væta, frost og annað bíta í tann fasta klettin, so hann brot-
nar ella gerst bleytur og molnar sundur.
Føroyar eru fjallaland úr basalti. Harafturat er veðurlagið
vátt og kalt. Tí síggja vit ymsastaðni í landslagnum ymisk sløg
av leysum jarðløgum.
Ovarlaga í fjøllunum eru grót, smásteinar, sandur og eyrur
oman á helluni, tí grót og hella eru moyrnað. Jarðløgini á hesum
støðum eru ofta frostbitin og merkt av nógvum vindi, sum ger,
at plantur hava ilt við at festa røtur.
Í fjallalíðunum fara tey leysu jarðløgini oman brekku og hópa
seg upp sum grót og eyrur frá áhaldandi
skriðum
og
omanlopum
.
Grótið á slíkum støðum hevur ofta heldur hvassar og óbrýndar
kantar. Í líðunum rennur vatnið betur burtur, og tí kunnu slík
lendi hava góðan grasvøkstur, um planturnar fáa frið fyri oman­
lopum. Tað er ringt at velta á slíkum støðum, tí her er so nógv
grót, og tí tað er torført at koma til við landbúnaðarmaskinum.
Í dølum og lægdum setur vatnið ikki natúrliga frá. Ovastu
jarðløgini eru tískil ofta rættiliga vát. Plantur standa í vátari jørð
Í dølum í Føroyum eru leysu jarðløgini ofta
vát og tætt vaksin. Í fjøllunum kunnu tey hin-
vegin vera so frostbitin, at einki festir røtur.
I...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...124
Powered by FlippingBook