Landafrøði 1 - page 55

JARÐARSKORPAN
55
Nógv tekin eru í føroyska landslag-
num, sum bera boð um ístíðina. Á
Eiði sæst dømi um foyrur, sum ísurin
hevur brýnt niður.
Tá ið ísurin breiddi seg, brýndu fast-
frystir klettar í ísinum skøvur í hellu-
na. Týðilig tekin um ísbrýning eru at
síggja í helluni nógvastaðni.
Skriðjøklar á landi og
ísfjøll á sjónum bóru
við sær stórar klettar.
So hvørt sum hann
bráðnaði, losnaðu
klettarnir úr ísinum.
Í dag liggja hesir
klettar oman á lands-
lagnum ella á havsins
botni.
I...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...124
Powered by FlippingBook