Landafrøði 1 - page 45

JARÐARSKORPAN
45
Magmagrót – storknað grótsløg
Alt magmagrót er gjørt úr flótandi grótbræðingum (magma) innan
úr jørðini, sum eru kólnaðar og storknaðar til fast grót. Magmagrót
er ymiskt alt eftir, hvar á ella í jørðini tað er storknað. Ein partur av
bræðingunum storknaðu í rivum í jarðarskorpuni, og aðrar bræðingar
otaðu seg hægri upp og runnu út um lendið og storknaðu har. Granitt,
sum er eitt vanligt magmagrótslag, er storknað djúpt niðri í jørðini.
Basalt er magmagrót, sum floymdi úr gosopum og kluftum og rann út
um lendið, har tað storknaði. Slíkt magmagrót nevna vit
gosgrót
, tí tað
er komið úr eldgosum. Føroyar eru bygdar av basalti.
Legugrót – áløgd grótsløg
Tá ið lendið við tíðini tærist og molnar, fáa vit tilfar sum t.d. sand og
leir, sum vindur ella áir máa burtur og bera út í vøtn og út á sjógv. Har
legst tað á botn lag oman á lag og verður til áløgu. Gjøgnum millión­
ir av árum verða løgini pakkað og trýst saman undir øðrum nýggjari
løgum. At enda verða tey hørð og gerast til veruligt grót av slagnum
legugrót. Í Føroyum er royðugrót dømi um legugrót, sum er gjørt úr
gosøsku og leysum tilfari.
Granitt verður t.d. brúkt
at steinseta við.
Magmagrót, umskapað
grót og legugrót verða til
ymsastaðni í undirgrundini.
Tæring
Máan
Áløga
Legugrót
Umskapað grót
Magmagrót
I...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...124
Powered by FlippingBook