Landafrøði 1 - page 38

38
JARÐARSKORPAN
Eldgos
Broytingar í jarðarýtuni henda ofta yvir ógvuliga langa tíð. Men
viðhvørt kann t.d. eitt eldgos elva til brádligar broytingar. Um trýstið
verður ov stórt inni í jørðini, sprotnar jarðarskorpan, og gass, roykur og
grótbræðingar floyma úr gosfjallinum.
Nógv gosfjøll eru á havbotninum, men vit síggja best tey, sum eru
á landi. Av teimum eru eini 450 virkin. Gosfjøllini eru oftast nærindis
rivum, har jarðarpláturnar annaðhvørt stoyta saman ella glíða burtur
hvør frá aðrari. Á slíkumstøðumer nevniliga gjørligt hjá grótbræðingum
og øðrum gostilfari at troka seg upp.
Eldgos við Kamerunfjall í Afrika
I...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...124
Powered by FlippingBook