Landafrøði 1 - page 29

JØRÐIN OG KORTINI
29
Á opnuni sært tú eisini eitt kut av einum topografisk­
um korti yvir økið. Kort eru hent at brúka, men tey
kunnu eisini skjótt gerast ov gomul, um tey ikki verða
dagførd. Hetta kortið er frá 1976, og einki nýggjari
kort er komið síðani. Fylgisveinamyndirnar eru frá
2004 og fotomyndirnar frá 2006.
Við at brúka knattnetið ber til neyvt at vísa á, hvar
eitt ávíst stað í heiminum er. Familjan á myndini er
stødd á 7°6’26,69”N og 38°35’09,94”E. Royn tú og
finn staðið.
Royn eisini at brúka Google Earth til at vitja onnur
støð á jørðini. Hvat sigur fylgisveinamyndin um júst
hetta staðið? Ert tú heppin, finnur tú eisini myndir,
sum hjálpa tær at fáa eina hóming av, hvussu har
sær út.
I...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...124
Powered by FlippingBook