Landafrøði 1 - page 25

JØRÐIN OG KORTINI
25
Evniskort
Eitt evniskort lýsir ávíst evni. Tað kann t.d. vísa, hvat verður dyrkað
í heiminum, hvør málmur er í undirgrundini ella fólkatalið í ymsum
londum.
Eitt slag av evniskortum, sum tú ivaleyst hevur sæð, eru veðurkortini,
sum verða víst eftir tíðindini í sjónvarpinum. Veðurkortini vísa oyggj­
arnar í Føroyum og hægstu fjøllini. Veðurfrøðingurin teknar lufttrýst
og hitalagið á tey og ymisk tekn fyri sól, skýggj, regn og vind. Hetta
vísir veðurlíkindini, t.e., hvussu veðrið mest sannlíkt fer at verða næstu
dagarnar.
Eitt annað evniskort er vegakortið, sum vísir ymiskar vegir, eitt nú
motorvegir, asfalteraðar landsvegir ella aðrar vegir. Bensinstøðir eru
ofta merktar, eins og steðgipláss og ferjulegur. Umframt hetta geva
vegakortini eisini upplýsingar um náttúru, merkisverd støð, bygdir og
býir.
Tað er ikki bara tað, sum
er við á kortinum, sum
hevur týdning, men eisini
tað, sum ikki er við. Hygg
at kortunum og hugsa um,
hvat kortteknarar hava
valt at vísa, og hvat tey
hava valt ikki at vísa.
?
Brot úr Føroyakorti í lutfalli-
num 1: 100.000, sum vísir økið
við Sundalagið.
I...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...124
Powered by FlippingBook