Landafrøði 1 - page 32

32
JARÐARSKORPAN
Undir jarðarskorpuni er
kápan
. Ytsta lagið á kápuni er fast, men
beint undir er eitt lag, sum er bleytt og hálvavegna flótandi. Hetta
flótandi tilfarið er
grótbræðing
, sum vit nevna
magma
, og tað er gjørt úr
bræddum grótsløgum. (Tú kanst lesa meiri um grótsløg á bls. 44 – 46).
Undir kápuni er
kjarnin
, sum er settur saman av einum ytra og
einum innara kjarna. Kjarnin er fyri tað mesta úr jarni. Innari kjarnin
hevur fast skap, hóast hitin her er góð 4.000°C. Bræðingarmarkið fyri
grótsløg er vanliga um leið 1.500°C. At innari kjarnin framvegis er
fastur kemur av høga trýstinum innast inni í jørðini.
Heitt rák innast í jørðini
Inni í jarðarkápuni kyknar veldigt rák, sum spakuliga rísur móti jarðar­
skorpuni. Rákið, sum hevur nógva megi, elvir til, at jarðarskorpan og
tey føstu ytru løgini av kápuni brotna í stórar plátur, sum spakuliga
flyta seg.
Jarðarskorpuna og tað ytra harða lagið av kápuni nevna vit
stein­
hválvið
. Tað hevur verið brotið sundur í plátur í fleiri milliardir ár.
Pláturnar glíða spakuliga, eins og stórir ísflakar, á tí bleytu, hálvavegna
flótandi kápuni. Rørslurnar nevna vit
plátuvond
, og tær hava verið í
milliardir ár.
Inni í jørðini
Lofthav
Jar
ð
arskorpa
50–70 km
Ytri
kjarni
2200 km
Innari
kjarni
1250 km
Kápa
2900 km
Steinhválv
I...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...124
Powered by FlippingBook