Landafrøði 1 - page 41

JARÐARSKORPAN
41
Eldgosið elvdi til stórar oyðileggingar. Tað elvdi til eina 30 metrar høga flóðaldu,
sum tók seg fram yvir stórar partar av jørðini. Fólk í tíggjutúsundatali druknaðu.
Á grannaoynni Sebesi kom ikki ein einasti av teim trý túsund íbúgvunum undan
við lívinum. Beinagrindir á flótandi viksteinum frá eldgosinum skolaðu upp á
afrikanskum strondummeira enn eitt ár eftir hendingina. Bátar fóru á land so
langt burturi sum í Suðurafrika.
Eldgosini eru framvegis virkin á Krakatoa. Í
1927 kom eitt nýtt gosfjall upp úr sjónum, Anak
Krakatoa (sonur Krakatoa). Seinastu 60 árini
er tað vaksið einar 13 cm um vikuna. Seinasta
eldgosið var í 1994. Higartil hevur “sonurin” tó
verið munandi friðarligari enn “pápin”…
Krakatoa er í dag partur av einum tjóðgarði, Ujong Kolon, sum
harumframt fevnir um vestasta partin av oynni Java. Fram til 1883 var
hetta landbúnaðarøki, men eldgosið oyðilegði alt. Fólk eru ikki flutt
út aftur eftir eldgosið, og tí er hetta í dag størsti lálendisregnskógurin
á Java, sum eftir er.
Eldgosið slongdi upp ovurstórar nøgdir av øsku í lofthavið. Tá ið
øskan rakk miðhválvið í lofthavinum, breiddi hon seg runt um alla
jørðina. Í næstan eitt ár sóu fólk roðan av øskuni í sólsetrinum.
Og ikki nóg mikið við tí. Øskan í luftini ávirkaði eisini veðurlagið
í heiminum. Miðalhitalagið á jørðini fall 1,2 stig, og ikki fyrr enn
fimm ár eftir eldgosið var støðan vanlig aftur.
I...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...124
Powered by FlippingBook