Landafrøði 1 - page 34

34
JARÐARSKORPAN
Pláturnar í nútíðini
Í løtuni er steinhválvið stokkið sundur í sjey stórar og fleiri
smáar plátur. Nakrar eru næstan heilt undir sjógvi, men
tær flestu eru lutvíst omaná sum
meginland
og lutvíst undir
sjógvi sum havbotnur.
Pláturnar flyta seg spakuliga nakrar sentimetrar um
árið. Flytingarnar elva til, at nøkur plátumót renna saman,
meðan onnur støkka sundur. Á nøkrum plátumótum flyta
pláturnar seg fram við hvørji aðrari.
Broytingar í milliónir ár
Pláturørslur í fleiri milliónir ár hava broytt jarðarýtuna.
So hvørt sum meginlondini hava flutt seg, kunnu tey fyrr
hava ligið í økjum, har tað var heitari ella kaldari enn har,
tey eru nú. Dømi eru um leivdir av koralrivum á Gotlandi.
Hesi koralriv vórðu til í heitum sjógvi, tískil má Gotland
einaferð hava verið í heitum sjógvi. Tekin um ísbrýning eru
í heitu Saharaoyðimørkini, tískil má Sahara einaferð hava
verið í einum nógv kaldari heimsparti.
Meginlandaflytingarnar frá
Pangea til í dag
Lýs hugtakið steinhválv og plátuvond, og hvussu tey
hanga saman.
?
Sundurglíðandi plátumót
Rivur
P A N G E A
L A U R A S I A
225 milliónir
ár síðan
180 milliónir
ár síðan
135 milliónir
ár síðan
65 milliónir
ár síðan
Nútíð
Miðkringur
Miðkringur
Miðkringur
Miðkringur
Miðkringur
Pláturák
Vit býta jarðarsøguna í fýra jarðfrøðilig tíðarskeið: upphavs-
øld, fornøld, miðøld og nútíð. Hesi tíðarskeið eru skrásett á
tíðarlinjuni innan fyri permuna.
I...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...124
Powered by FlippingBook