Landafrøði 1 - page 43

JARÐARSKORPAN
43
Richterstigin
Tann 12. mars í 2008 var ein harður jarðskjálvti í
landslutinum Sichuan í Kina. Skjálvtin máldi 7,9 á
Richterstiganum, og fleiri enn 68.000 fólk lótu lív.
Jarðskjálvtin var so harður, at hann kendist í Beijing,
Shanghai og Hanoi í Vjetnam.
Richterstigin vísir ikki til, hvussu stóran skaða ein
jarðskjálvti ger, men harafturímóti til megina í risting­
unum í skjálvtamiðdeplinum. Skjálvtamiðdepilin í
jarðarskorpuni nevna vit
episentrum
.
Jarðskjálvtar langt undir jarðarskorpuni kunnu verða
máldir ovarlaga á Richterstiganum, men tó bara elva
til smávegis skaða. Hinvegin kann ein jarðskjálvti nær
jarðarýtuni elva til stórar oyðileggingar, hóast talið
á Richterstiganum er lítið. Jarðskjálvtarnir, sum hava
rakt fólk harðast, hava vanliga havt eitt virði um 7 ella
hægri. Harðasti jarðskjálvtin, sum nakrantíð er máldur,
var í Kili í 1960. Hann var 9,5 á Richterstiganum.
I...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...124
Powered by FlippingBook