Landafrøði 1 - page 36

36
JARÐARSKORPAN
Umskaringar, lækkar og hækkar
Kreftirnar í jørðini hava elvt til nógvar rivur í jarðarskorpuni, og fram við
rivunum kann undirgrundin røra seg á ymsan hátt. Tá ið undirgrund­
in annaðhvørt verður trýst upp ella søkkur niður øðrumegin eina rivu,
hendir ein
umskaring
. Ofta verður ein bratti ella ein
umskaringarbratti
myndaður. Í Botnskarði sunnan fyri Hvalbiartunnilin í Suðuroy síggja
vit dømi um eina umskaring.
Surtsey
Oyggin Surtsey er sunnan
fyri Ísland. Hon varð til í ein­
um eldgosi, sum helt á frá
1963 til 1967. Innan úr
jørðini goystu súlur av gassi
og øsku upp úr havbotn­
inum. Súlan var viðhvørt
næstan 15.000 metrar høg.
Gosbræðing floymdi út á
havbotnin og eftir stuttari
tíð varð ein oyggj bygd upp
nakrar desimetrar yvir
vatnskorpuni. Enn størri
nøgdir av gosbræðingum
fossaðu út og myndaðu at
enda eina oyggj nakrar fer­
kilometrar til støddar.
Virksemið í gosfjallinum
minkaði sum frá leið, og
nakað seinni kundu tey
fyrstu vísindafólkini fara á
lítlu nýggju oynna. Longu
tvey ár seinni var vøkstur á
Surtsey. Fræið varð borið
við vindi og aldu.
Umskaring
Lækki
Hækki
Umskaringarbratti
I...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...124
Powered by FlippingBook