Landafrøði 1 - page 27

JØRÐIN OG KORTINI
27
Information System). Myndugleikar og nógv virki brúka GIS í virksemi
sínum. Kommunur brúka GIS í sambandi við t.d. býarskipanir.
GPS
GPS (Global Positioning System) er ein skipan, sum kann staðseta støð
á jørðini við fylgisveinum. Yvir tredivu fylgisveinar eru í ringrás kring
jørðina. Ein GPS-móttakari er eitt tól, sum kann samskifta við fylgi­
sveinar. GPS-móttakarin spyr fylgisveinin: Hvar eri eg? Fylgisveinurin
svarar aftur við staðsetingini á knattnetinum, tað vil siga í breiddar­
stigum og longdarstigum.
Eitt vanligt nýtsluøki fyri GPS’arar er í bilum. GPS-móttakarin
í bilinum hevur ymisk kort, soleiðis at tú altíð sært, hvar tú ert. Í
nøkrum tólum kanst tú eisini hoyra eina rødd, sum sigur tær, hvussu
tú skalt koyra fyri at koma til tað staðið, sum tú hevur sligið inn á
GPS-móttakaran. Í Føroyum verða GPS’arar nógv brúktir í bátum og
umborð á skipum.
Geocaching
Geocaching er eitt slag av skattaveiðu, har vit brúka GPS og alnetið til at
krógva og finna “skattir”. Tað kann fara fram á henda hátt: tú krógvar eitt
ílat í haganum ella í fjøruni. Í ílatið leggur tú ein penn og eina loggbók
afturat “skattinum”. Síðan upplýsir tú á eini heimasíðu krosstølini fyri staðið
og ábendingar um, hvussu onnur kunnu leita. Nú er uppgávan hjá øðrum at
finna “skattin” og skriva seg upp í loggbókina. Nógvir sovorðnir “skattir”
eru eisini fjaldir í Føroyum, ofta á náttúruvøkrum plássum.
I...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...124
Powered by FlippingBook