Landafrøði 1 - page 18

18
JØRÐIN OG KORTINI
Breidd og longd
Knattnetið er ein krossskipan, og tí áseta vit eina knattstøðu við bæði
longd og breidd. Um ikki vit upplýsa bæði, ber ikki til at finna staðið.
Tá ið vit upplýsa eina knattstøðu, siga vit fyrst frá, umstaðið er sunnan
fyri ella norðan fyri miðkringin. Til dømis soleiðis: Stockholm er á um
leið 59 stigum norður (59°N), t.e. 59 stig norðan fyri miðkringin. São
Paulo í Brasil er á um leið 23,5 stigum suður (23,5°S), t.e. 23,5 stig
sunnan fyri miðkringin.
Fyri at finna Stokkhólm ella São Paulo mugu vit eisini vita,
um knattstøðan er eystan fyri ella vestan fyri nulllongdarlinjuna.
Stockholm er á um leið 18 stigum eystan (18°E), t.e. 18 stig eystan fyri
Greenwich, meðan São Paulo er á um leið 47 stigum vestan (47°V), t.e.
47 stig vestan fyri Greenwich.
São Paulo er ein av heimsins størstu býum.
São Paulo er á 23,5°S (stig suður) og
á 47°V (stig vestur).
Knattnetið
Knattnetið er eitt net við fínummeskum, har hvør knattstøða hevur
sína egnu staðseting. Fyri neyvt at kunna áseta, hvar eitt stað er, brúka
vit umframt stig eisini minuttir og sekund. Fyri Stockholm verður knatt-
støðan tá 59° 19´58,04” N og 18° 03´52,16”E, har tann rundi ringurin
umboðar stig, ´ umboðar bogaminuttir og “ bogasekund. Eitt stig er trýss
minuttir, og ein minuttur er trýss sekund. Tað er næstan sum við klokkuni,
undantikið at vit í staðin fyri tíman brúka stig.
Miðkringur
BRASIL
São Paulo
23,5º
S
4
7
º
V
I...,8,9,10,11,12,13,14,15,16,17 19,20,21,22,23,24,25,26,27,28,...124
Powered by FlippingBook