Landafrøði 1 - page 16

16
JØRÐIN OG KORTINI
Í okkara sólskipan er bara lív á jørðini – í øllum førum sum vit vita
um. Á hinum gongustjørnunum er tað annaðhvørt ógvuliga kalt ella
ógvuliga heitt. Harafturímóti vita vit ikki, um lív er á øðrum gongu­
stjørnum í øðrum sólskipanum – í øðrum stjørnubreytum. Rúmdar­
granskingin er ung vísindi. Nógvar uppgávur eru enn at loysa.
Ein fjølbroytt gongustjørna
Jørðin er ikki heilt rund. Tá ið hon melur um ás sín, verður nevniliga
ein sentrifugalkraft, sum ger, at jørðin flatnar eitt sindur um pólarnar.
Land og sjógvur eru ógvuliga ójavnt býtt um allan jarðarknøttin.
Bara um leið 30% av jarðarýtuni er land. Hitt er sjógvur.
Jarðarýtan er ósløtt og ógvuliga ójøvn. Meira enn 19.000 metrar
eru ímillum hægsta og lægsta staðið. Hægst er ein tindur á fjallinum
Mount Everest í Nepal. Hann røkkur 8.848 metrar yvir havið. Mount
Everest er partur av heimsins størstu fjallarøð, Himalaia, har tíggju av
heimsins hægstu fjøllum hevja seg upp.
Lægsta staðið á jørðini er langt niðri á havbotninum í Kyrrahavinum.
Har eru fleiri sonevndir djúpálir. Marianarálurin, sum er tann djúpasti,
er 11.034 metrar djúpur.
Á landhálvuni eru Afrika,
Asia og Evropa.
Á vatnhálvuni er Kyrrahav,
umgirt av landi.
I...,6,7,8,9,10,11,12,13,14,15 17,18,19,20,21,22,23,24,25,26,...124
Powered by FlippingBook