Landafrøði 1 - page 10

10
JØRÐIN OG KORTINI
Sólskipan okkara
Jørðin er ein
gongustjørna
, sum melur um sólina í eini ávísari ringrás.
Sjey gongustjørnur afturat mala um sólina. Til samans eru sólin, jørðin
og hinar gongustjørnurnar ein
sólskipan
. Rúmdin fevnir um óendaliga
nógvar sólskipanir.
Sólskipan okkara er stór. Frá jørðini til sólina eru um leið 150 millión­
ir kilometrar. Næst sólini er gongustjørnan Merkur, sum er tann
minsta gongustjørnan. Síðan koma Venus, jørðin og Mars. Hesar fýra
gongustjørnurnar nevna vit vanliga tær
innaru gongustjørnurnar
.
Millum Mars og Jupiter er smástjørnubeltið. Tað hevur í sær alt frá
eyri og steinum til kilometur stórar klettar, sum eru leivdir frá tíðini, tá
sólskipanin varð til.
Uttan fyri smástjørnubeltið eru hinar fýra gongustjørnurnar, tær
ytru gongustjørnurnar
. Fyrst kemur Jupiter, sum er tann størsta gongu­
stjørnan í sólskipanini. Jupiter er tríhundrað ferðir størri enn jørðin.
Merkur
Venus
Mánin
Jørðin
Mars
Smástjørnubeltið
Jupiter
I...,II-1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...124
Powered by FlippingBook